Nýggjur fiskivinnukommisserur í ES

Nýggjur fiskivinnukommisserur í ES
Karmenu Vella av Malta tekur við eftir Mariu Damanaki
 
11.09.2014 - 07:51

Tað verður 64 ára gamli Karmenu Vella av Malta, sum tekur við starvinum hjá Mariu Damanaki sum kommisserur í fiskivinnumálum í ES.

Tað boðaði nývaldi forsetin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, frá í gjár.

Karmenu Vella skal hava ábyrgdina av fiskiskapi, havbúnaðarmálum og eisini av umhvørvismálum. Vella Karmenu er sosialdemokratur, og hevur drúgvar royndir í politikki.

Hann hevur verið ráðharri á Malta fýra ferðir:

- frá 1981 til 1984 í undirstøðukervismálum

- frá 1984 til 87 í ídnaðarmálum

- frá 1996 til 1998 í ferðavinnumálum

- og í mars 2013 gjørdist hann aftur ráðharri í ferðavinnumálum, til nú hann er vorðin ES-kommisserur.

Gjørt broytingar

Jean-Claude Junker hevur framt nakrar broytingar innan ábyrgdarøkini, millum annað innan fiskiskap, og havbúnaðarmál hava nú fingið umhvørvismál aftrat sær.

Nýggi forsetin leggur stóran dent á at verja umhvørvið og varðveita kappingarevni, og at hesi arbeiða saman, skrivar ES.

- Avgerðin um at leggja saman fiskiskap, umhvørvi og havbúnað, gevur dupultan logikk, tá tað snýr seg um blátt og grønt, sum endurspegla vøkstur og umhvørvi. Hesi skulu vónandi hava týðandi leiklut í at skapa arbeiðspláss, varðveita tilfeingið, skapa vøkstur og økja um áhugan at gera fleiri íløgur, sigur Jean-Claude Junker við ES-tíðindaportalin.

Hetta er aðru fer í søgu ES, at maltesiskur kommisseur hevur ábyrgd av fiskiskapi. Seinast tað hendi, var frá 2004 til 2010, tá Joe Borg var ES-kommisserur í fiskivinnumálum. 

Vella Karmenu verður ES-kommisserur næstu fimm árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221