Einfaldari at keypa kvotur í Noregi

Einfaldari at keypa kvotur í Noregi
Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, vil gera tað lættari fyri skipaeigarar at keypa og selja kvotur
 
25.09.2014 - 10:52

Elisabeth Aspaker mælir til, at báturin ikki verður knýttur at kvotuni, tá hon skal seljast.

- Eg vil fegin sleppa fiskimonnum undan ov nógvum pappírsarbieði. Vit skulu sleppa undan aftur- og-fram-sølum av bátum, og fiskimenn skulu heldur ikki brúka sína tíð upp á at fylla út umsóknarbløð. Skipanin hevur verið alt ov stirvin, sigur Elisabeth Aspaker við NTB.

Einfaldari mannagongd

Hon hevur sent út uppskot til hoyringar um broytingar í lógini, sum ger mannagongdirnar einfaldari, tá kvotur verða seldar frá einum báti til annan. 

Í dag noyðast fiskimenn at søkja í trimum umførum, og skipið ella báturin má skifta eigara fyri at kvoturnar kunnu flytast frá einum reiðara til annan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087