Fjøran í Vestmanna matrikulerað av nýggjum

Fjøran í Vestmanna matrikulerað av nýggjum
Um ein mánað fer Føroya rættur undir at viðgera mótmælini
Í Vestmanna er fjøran matrikulerað av nýggjum, tí samsvar var ikki millum matrikulkort og veruleika
 
26.09.2014 - 13:17

Fjøran í Vestmanna verður matrikulerað av nýggjum, og fyrri parturin av nýmatrikuleringini er liðugur. Hann fevnir um økið av Grønanesi inn til Fossá.

Sum matrikullógin sigur hevur Fiskimálaráðið stevnt øllum, sum mótmæla nýggju matrikuleringini ella halda seg hava veðrætt ella onnur rættindi í fastari ogn í økinum.

Føroya rættur fer at viðgera mótmælini hvønn mánadag í tíðarskeiðinum 27.oktober til 15.desember. Føroya rættur skal staðfesta matrikuleringina.

Tá Føroya rættur er liðugur við máli, verður ein eigindómsdómur sagdur, har tann nýggi matrikulin verður dømdur at vera rættur og galdandi.

Tey, sum mótmæla, skulu skjalprógva síni krøv fyri Føroya rætti. 

Kort og veruleiki

Frá 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Í ávísum førum hevur tað síðani víst seg, at ov stórur munur er millum matrikulkortið og veruligu viðurskiftini á staðnum. 
Fjøran í Vestmanna er eitt tílíkt øki. Matrikuleringin har varð í síni tíð grundað á korttilfar, sum varð gjørt í sambandi við útskiftingararbeiði tíðliga í farnu øld.
Harafturat eru nýtsla og bygging fram við fjøruni og í fjøruni framd í verki, uttan at matrikuleru viðurskiftini eru rættað samsvarandi, sigur Umhvørvisstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576