Lægri renta krevur minni stuðul frá tí almenna

Lægri renta krevur minni stuðul frá tí almenna
1,8 milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til rentustuðul, verða afturførdar í landskassan og kommunukassarnar
Sethúsarentan er lækkað og tí minkar rentustuðulin eisini.
 
26.09.2014 - 08:11

Lækkaða sethúsarentan ger, at landskassin sparir eina millión krónur í ár, og kommunurnar spara 800.000 kr.

Í eykajáttanarlógini, sum nú er komin í løgtingið, verður biðið um, at játtanin til rentustuðulin minkar 1,8 milliónir krónur, tí sethúsarentan hjá peningastovnunum er lækkað.

Landskassin fer at brúka eina millión minni og kommunurnar 800.000 kr. minni, sigur ein dagførd meting hjá Fíggjarmálaráðnum.

Slakar 100 milliónir 

Sambært fíggjarlógini fyri 2014 kostar rentustuðulin 98 mió. kr. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg verður biðið um, at játtanin lækkar niður í 96,2 mió. kr.

Landskassin sparir eina millión netto. Tí kommunurnar skuldu flyta landinum 45,5 milliónir til rentustuðulin í ár, men tann flytingin fer niður í 44,7 mió. kr. 

Landið og kommunurnar býta útreiðslurnar til rentustuðulin millum sín.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329