Raðfestir trygdina á sjónum við fleiri pengum

Raðfestir trygdina á sjónum við fleiri pengum
Skipaeftirlitið fær størri játtan í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2015
Sjóvinnustýrið skal eisini sjálvt útvega fleiri pengar næsta ár.
 
03.10.2014 - 07:32

Trygd á sjónum er millum raðfestingarnar hjá landsstýrinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015.

Sjóvinnustýrið, sum er Skipaeftirlitið og Skipaskrásetingin, hevur fingið 1,8 mió. kr. afturat.

Sambært Vinnumálaráðnum fer størsti parturin av hækkaðu játtanini til trygdina á sjónum.

Egnar inntøkur 

Landskassin skal sjálvur lata eina millión av hækkaðu játtanini. Sjálvt skal Sjóvinnustýrið útvega 800.000 kr. við øktum inntøkum av eftirlits- og umsjónaravgjøldum. 

Skipaeftirlitið fer næsta ár at gera samstarvsavtalu við Den Maritime Havarikommision í Danmark.

Sambært samstarvsavtaluni verður kanningararbeiðið í sambandi við óhapp og vanlukkur á sjónum styrkt, sigur Vinnumálaráðið. 
Á landsstýrisfundinum mánadagin vóru til viðgerðar upprit og uppskot um at broyta løgtingslógina um trygd á sjónum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672