Betri, lættari og bíligari fyri samfelagið

Betri, lættari og bíligari fyri samfelagið
Samfelagið skal komandi árini flytast enn meira inn í ein talgildan veruleika, siga landsstýrismenninir Johan Dahl og Jørgen Niclasen
Føroyar skulu talgildast
Mynd: savnsmynd  
 
09.10.2014 - 10:50

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava nú sett gongd á eina ætlan, sum skal talgilda Føroyar.

- Borgarar og fyritøkur hava krav upp á nútímans tænastur, og heildarætlanin fyri talgildingina skal vera við til at økja kappingarføri, vøkstur og framleidni.  Ein týðandi vinningur verður, at almenni geirin kann arbeiða skynsamari og geva rúm fyri avbjóðingum, sum framtíðin hevur við broyttari aldursamanseting og færri fólkum í arbeiðsfjøldini, siga teir báðir landsstýrismenninir.

Heildarætlanin fyri talgildingina av Føroyum ber millum annað í sær, at borgarar og virkir skulu kunna samskifta enn meira talgilt við tað almenna, og at tær tænastur hjá tí almenna, sum kunnu, skulu vera tøkar talgilt.

Ein grundarsteinur undir talgilda samfelagnum er ein trygg talgild undirskrift, sum bæði almenni geirin, borgarar og vinnan kunnu brúka. Hetta økið er raðfest á fíggjarlógini fyri 2015. Ítøkiligt uppskot verður gjørt til skipan av talgildingini av øllum tí almenna geiranum, við raðfestingum, tíðar- og fíggjarætlan fyri arbeiðið, sum skal gerast komandi árini.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952