- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privatir pengar í politikkinum almannakunngerast
Veljarin eigur at vita, hvaðani valevni og flokkar fáa sínar pengar til eitt nú valstríð.
Tjóðveldi hevur gjørt eitt lógaruppskot um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni og um roknskaparskyldu hjá flokkunum.
Lógaruppskotið sigur, at flokkarnir skulu leggja fram roknskap, sum sigur millum annað, hvør gevur flokkinum og fólkum hansara pengar.
Hámarkið fyri dulnevndum og privatum stuðli til flokkar er 3.000 kr., og 1.500 kr. til løgtingsfólk ella valevni.
Fer stuðulin upp um tað, skal tað upplýsast í roknskapi ella frágreiðing.
Revsing fyri at lúgva
Og tað eigur, sambært lógaruppskotinum, ikki at loysa seg at geva skeivar upplýsingar í roknskapinum.
Revsingin fyri tað kann fara upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, stendur í lógaruppskotinum.
Í dag er ikki álagt politiskum flokkum, løgtingslimum og valevnum at upplýsa alment um privatan stuðul.
Almenningurin veit tí ikki um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og tí hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, sigur Tjóðveldi.