Kravið er omanfyri tríggjar milliardir

Kravið er omanfyri tríggjar milliardir
Kravið móti teimum, ið høvdu ábyrgdina av Eik í Føroyum og Eik í Danmark, er tilsamans 400 milliónir krónur
 
25.10.2014 - 12:20

Fíggjarligt Støðufesti krevur tilsamans meira enn tríggjar milliardir krónur frá teimum, sum høvdu ábyrgdina av, at sjey bankar fóru á húsagang eftir fíggjarkreppuna. Í nøkrum málum er grannskoðanin eisini stevnd eftir endurgjaldi.

 

Millum bankarnar eru Eik Banki, bæði í Danmark og í Føroyum. Kravið ímóti danska bankanum er 250 milliónir kr. og ímóti føroyska bankanum 150 milliónir kr., tilsamans 400 milliónir kr.

 

Í Capinordic Bank eru tríggir stevndir eftir 400 milliónum kr. í endurgjaldi, men grannskoðanin er ikki stevnd. Sakarmálið byrjaði mánadagin og skal eftir ætlan enda í apríl næsta ár.

 

Í Roskilde Bank eru 11 fólk kravd eftir einari milliard kr. Sakarmálið byrjar 7. september næsta ár, og skal vera liðugt í januar í 2017.

 

Í Amagerbankanum eru eisini 11 fólk kravd eftir 801 milliónum kr., men grannskoðanin er ikki stevnd. Sakarmálið byrjar í Lyngby 6. apríl í 2016, og væntast at vara í meir enn eitt ár.

 

Í EBH-bankanum eru 17 fólk stevnd fyri rættin og kravið er 700 milliónir kr. Málið byrjar í vestara landsrætti 4. september í 2017 og skal vara tað nógva av 2018.

 

Í Eik banka Danmark eru átta fólk kravd eftir 250 milliónum kr. Eystari landsrættur hevur ikki enn sett málið á skránna. Tey stevndu hava biðið rættin um at vísa málið frá sær, men tey fingu ikki viðhald í tí.

 

Í Eik banka í Føroyum eru fimm stevnd eftir 150 milliónum kr. Rætturin hevur ikki enn sett málið á skránna.

 

Í Løkken Sparikassa eru sjey fólk stevnd eftir 275 milliónum kr. Vestari landsrættur hevur ikki sett málið á skrá enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379