Vinnumálaráðið vísir aftur ákærum um lygn

Vinnumálaráðið vísir aftur ákærum um lygn
Vinnumálaráðið vísir aftur, at tað hevur endurgivið niðurstøðuna í Landsstýrismálanevndini skeivt.
 
26.10.2014 - 12:01

Hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, brotið Stýriskipanarlógina ella ei?

Siri Stenberg siga ja.

Vinnumálaráðið og Johan Dahl siga nei.

Vinnumálaráðið reinsar Johan Dahl

Í niðurstøðuni, sum landsstýrismálanevndin hevur skrivað, stendur:

-Sostatt kann staðfestast ein meirnýtsla upp á knappar 4,4 mió. kr. Tað er tískil greitt, at SSL ikki hevur hildið seg innan givnu játtanina fyri 2013, og er hetta brot á Stýrisskipanarlógina.

Men ógreitt tykist vera, hvør hevur brotið hana.

Vinnumálaráðið sendi beinanvegin skriv út, har tað staðfesti, at:

 - Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur hvørki brotið stýrisskipanarlógin ella á lóg um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Strandfaraskip Landsins. Tað staðfestir meirilutin í Landsstýrismálanevndini.

Vinnurmálaráðið endurgevur skeivt

Hetta fekk Siri Stenberg - tann einasta av teimum trimum í nevndini, ið heldur, at landsstýrismaðurin eisini hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna - at undrast á, hví Vinnumálaráðið endurgevur skeivt.

Við útvarpið leygarkvøldið segði hon seg undrast á, hví Vinnumálaráðið sigur eitt, tá ein samd landsstýrismálanevnd sigur nakað annað.

Viðmerkingarnar hjá Siri Stenberg fekk Vinnumálaráðið at senda eitt nýtt skriv út seint leygarkvøldið, har ráðið heldur fast um, at Johan Dahl ikki hevur brotið nakra stýriskipanarlóg.

 - Tað er rætt, at nevndin metir, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til givnu játtanina í 2013, og at tað er brot á stýrisskipanarlógina, men heldur ikki har sigur nevndin, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina, skrivar Vinnumálaráðið.

Les niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Les fyrsta skrivið hjá Vinnumálaráðnum.

Les seinni skrivið hjá Vinnumálaráðnum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983