- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska fjallið Mannen leypur í kvøld
Norska fjallið Mannen leypur í kvøld
Norskir serfrøðingar vænta, at millum klokkan 20 og 21 lokala tíð, kann væntast at Mannen fer at leypa. Enn vilja tey ikki spreingja fjallið

Mynd: nrk.no
28.10.2014 - 11:33
Bert síðan tíðliga í morgun, er ferðin økt, og heldur hetta fram, kann væntast at fjallið leypur einaferð í kvøld, sigur jarðfrøðingurin, Lars Harald Blikra. Hetta skrivar nrk.no
Blikra sigur eisini, at tað serliga er ovasti parturin av fjallinum, sum er óstøðugur og leysur. Spurdur um, hví tey ikki spreingja partar av fjallinum, sigur Blikra, at tey mugu kenna avleiðingarnar av eini spreinging.
Tað hevur ikki regnað so illa seinastu dagarnar, sum væntað, men vætan, sum er komin, hevur sett ferð á skriðulopið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. august
RagnarRokk:Sebastian Levermann um Angus McSix and the All-Seeing Astral Eye
212033
Nýggjastu sendingar í SV
























