Føroyskar kvinnur eru ungar fyrstu ferð tær eiga

Føroyskar kvinnur eru ungar fyrstu ferð tær eiga
Kvinnur yngri enn 20 ár, áttu 31 børn í Føroyum í fjør, stendur í heilsulýsingini hjá landslæknanum
Alt fleir ungar mammur í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2014 - 08:47

Og føroyskar kvinnur eru yvirhøvur yngri enn til dømis kvinnurnar í Danmark, tá tær eiga barn fyrstu ferð.  
Sambært Heilsulýsingini hjá landslæknanum er miðalaldurin á føroyskum kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, 25,4. 
Føroyskar kvinnur eru í miðal trý ár yngri enn danskar kvinnur, tá tær eiga sítt fyrsta barn. Miðalaldurin fyri allar føroyskar kvinnur, sum áttu í fjør, var 29,7 ár. Í Danmark var miðalaldurin 30,9 ár. Føroyskar kvinnur eiga eisini fleri børn enn tær donsku, tað er nógv vanligari at eiga fleiri enn tvey børn í Føroyum enn í Danmark.

Í fjør blivu 637 børn fødd í Føroyum, einki barn var deyðføtt. 16 tvíburðar blivu føddir í fjør. Sambært fráboðanum frá ljósmøðrum royktu 84 av 621 barnakonum í 2013, tá tær vóru til fyrstu barnakonukanning. Hetta svarar til 13,5 prosent.  Og børn hjá mammum, sum royktu, vigaðu í miðal 206 gramm minni, tá tey vórðu fødd, enn børn hjá mammum, sum ikki royktu. 
Og í fjør vóru foreldrini hjá 58,6 prosentum av nýføðingunum ikki gift. Hetta er hægsta talið higartil.
23 fosturtøkur vóru í Føroyum í fjør, nógv tað lægsta talið í nógv ár.
Fosturtøkurnar í Føroyum eru, í prosentum, nógv færri enn í hinum Norðurlondunum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158