Kvotan av norðhavssild er fiskað

Kvotan av norðhavssild er fiskað
Nakað er eftir at makrelkvotuni, sum er tilsamans 141.000 tons
 
10.11.2014 - 08:51

Nakað er eftir av makreli, men kvotan av norðhavssild er um at vera uppi.

Hósdagin í síðstu viku hevði Vørn fingið fráboðan um góð 116.000 tons av makreli. Kvotan er 141.000 tons. 

Tað mesta er fiskað í føroyskum sjógvi, men 12.500 tons eru fiskað í ES sjógvi og góð 9.000 tons í altjóða sjógvi.

Sildakvotan varð hækkað 2.000 tons í síðstu viku, so hon nú er 24.420 tons. Hósdagin vóru fiskað knappliga 23.000 tons, 2.600 tons eru fiskað í altjóða sjógvi.

Hósdagin fiskaðu fýra føroysk skip makrel í ES sjógvi. Eitt skip fiskaði svarkjaft í føroyskum sjógvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708