Vilja hava frágreiðingina kunngjørda fyri valið

Vilja hava frágreiðingina kunngjørda fyri valið
Lars Emil Johansen, formaður í grønlendska landstinginum, sigur seg ikki hava heimild at kunngera frágreiðingina um peninganýtsluna hjá politikarum
Lars Emil Johansen er virkandi formaður í grønlendska landstinginum. Hann sigur, at tað er bara ein nýggj grannskoðaranevnd, sum kann almannakunngera frágreiðingina
 
10.11.2014 - 10:02

Í Grønlandi er nógv trýst á sitandi landstingformann, Lars Emil Johansen, at fáa hann at almannakunngera granskoðarafrágreiðingina um penganýtsluna hjá politikarum fyri landstingsvalið 28. november.

Talan er um eina frágreiðing, sum landstingsgranskoðararnir hava bílagt, og sum granskoðarafyritøkan Deloitte hevur gjørt. Kanningin fevnir um fráfarnu landstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og sitandi og fyrverandi landsstýrisfólk.

Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106.000 krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína, frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. 

Kanning varð alt fyri eitt sett í verk av henni, núverandi og fyrrverandi landsstýrisfólkum.

Hevur ikki heimild

Kanningin er nú liðug, men virkandi landstingformaðurin, Lars Emil Johansen, heldur fast um, at hann hevur ikki heimild at almannakunngera hana fyri valið. Hann vísir á, at hann hevur onga lógarheimild at almannakunngera eina frágreiðing, sum ein fráfarin nevnd av landstingsgranskoðarum hevur bílagt, samstundis sum landsstýrið er upployst og sent til hús.

Tað er bara ein nýggj granskoðaranevnd í landstinginum, sum kann almannakunngera fágreiðingina, sigur lars Emil Johansen við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Atkvøða á skeivum grundarlagi

Men politikarar og veljarar vilja fegnir síggja granskoðarafrágreiðingina fyri valið, tí tey halda, at veljarin annars atkvøður á skeivum grundarlagi, um tað eftir valið kemur fram, at persónar verða valdir í landstingið, sum hava misnýtt almennar pengar.

Í hesum døgum ringir eitt umboð fyri granskoðarafyritøkuna Deloitte til teir  politikararnar, sum eru kannaðir, og fortelur teimum, hvat kanningin vísir fyri teirra viðkomandi. Og politikarar, sum hava fingið at vita, at teir ikki hava misbrúkt almennar pengar, greiða nú frá tí á Facebook, at teir eru reinir og ósekir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763