Liggur framvegis í Lerwick

Liggur framvegis í Lerwick
Fiskiveiðieftirlitið í Lerwick skal koma við einari frágreiðing um Christian í Grótinum nú klokkan níggju
Mynd: Shetland Times  
 
11.11.2014 - 09:01

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum liggur framvegis í Lerwick í Hetlandi, hagar skotska fiskiveiðieftirlitið gav skipinum boð um at fara seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum annars var á veg heim úr bretskum sjógvi.

Eyðun Rasmussen, reiðari, sigur, at fiskiveiðieftirlitið í Lerwick skal koma við einari frágreiðing nú klokkan níggju. Ta frágreiðingina fær ákæruvaldið, sum so á middegi í dag skal koma við einari fráboðan.

Skiparin á Christiani á Grótinum og ein advokatur í Lerwick vóru á fundi við fiskiveiðueftirlitið í gjár.

Sum skilst eru skotsku myndugleikarnir í iva, tí Christian í Grótinum virkar makrelin umborð.

Christian í Grótinum hevur eisini 300 tons av ófrystum makreli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521