Skulu veita trygd fyri 200.000 kr.

Skulu veita trygd fyri 200.000 kr.
Málið móti Christiani í Grótinum kemur fyri í rættinum í desember
Mynd: Shetland Times  
 
11.11.2014 - 15:34

Reiðaríið hjá Christiani í Grótinum skal veita trygd fyri 20.000 pundum, góðum 200.000 kr., áðrenn uppsjóvarskipið, Christian í Grótinum, kann loysa frá bryggju í Lerwick.

Tað var úrslitið av fundinum ímillum skiparan, ein sakførara og myndugleikarnir í Hetlandi.

Málið ímóti skipinum kemur fyri í rættinum í desember.

Fiskiveiðueftirlitið gav skipinum boð um at fara inn til Lerwick seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum var á veg heim úr bretskum sjógvi til Føroya.

Júst hvør ákæran er, er ikki greitt, men tosað verður um eina reglu, sum sigur eitthvørt um at virka fiskin umborð á skipinum.

Vit vænta at fáa eina viðmerking frá Eyðuni Rasmussen, reiðara, seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375