Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS

Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS
Seinasta hálva árið eru yvir 200 fólk farin fyrr til arbeiðis aftur, enn tey annars høvdu farið, sigur Arbeiðsloysisskipanin
 
12.11.2014 - 11:54

Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS enn fyrr. Í miðal eru tey nú 25 dagar styttri í skipanini.

Tey 1.528 fólkini, sum higartil í ár eru farin úr Arbeiðsloysisskipanini, steðgaðu í miðal í 228 dagar í skipanini. Tað merkir, at tey í miðal hava steðgað okkurt um ein mánað styttri í skipanini enn tey, sum fóru úr skipanini undanfarnu tvey árini, upplýsir ALS.

Vaksandi arbeiðsloysið frá 2009 til 2013 gjørdi, at arbeiðstøk vóru longur og longur í Arbeiðsloysisskipanini.  Í fjør vóru tey í miðal 253 dagar í ALS, áðrenn tey fóru úr skipanini aftur.

Arbeiðsloysið er metlágt nú, men ALS hevur eisini gjørt nógv fyri at fáa fólk í arbeiði. Seinasta hálva árið eru yvir 200 fólk farin fyrr til arbeiðis aftur enn tey annars høvdu farið, sigur ALS.

Tey eldu steðga longst

Tey eldru steðga longst í ALS, í miðal okkurt um eitt ár. Tey yngstu er í skipanini millum tríggjar og seks mánaðir.

Av teimum, sum fáa stuðul frá ALS í løtuni, eru ungu menninir tvífalt so leingi arbeiðsleysir sum ungu kvinnurnar. 

Men munurin millum kvinnur og menn í aldursbólkunum yvir 40 ár er lítil og eingin.

Bara kvinnur í 30unum eru longur arbeiðsleysar enn menn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204