Fleiri fundir um fiskivinnunýskipanina

Fleiri fundir um fiskivinnunýskipanina
Samgonguflokkarnir eru farnir at viðgera fiskivinnupolitikkin
 
12.11.2014 - 11:03

Samgongan er ikki komin á mál við nýggja fiskivinnupolitikkinum, og fundur verður aftur í næstu viku.

Mánadagin og í gjár vóru sjey samgongumenn í Skálavík fyri at tosa um nýskipanina, sum skal vera liðug fyri 1.februar næsta ár.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at enn er ikki komið á mál, og tí vera fleiri fundir.

Teir sjey, sum vóru í Skálavík, eru, umframt Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, Alfred Olsen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin. Jenis av Rana plagar eisini at vera við á fundunum um fiskivinnunýskipanina, men hann var burturstaddur hesaferð.

       

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136