Nú eru 24.000 løntakarar

Nú eru 24.000 løntakarar
Hetta eru kortini 2.000 færri enn undan kreppuni í 2008
 
12.11.2014 - 13:47

Talið av løntakarum er støðugt hækkað síðani 2011, og í august mánaði í ár vóru 24.025 løntakarar í Føroyum.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. 

Tað eru 225 fleiri enn fyri hálvum ári síðani, tá gott 23.800 løntakarar vóru.

Kortini 2.000 færri 

Enn eru tó 2.000 løntakarar færri í Føroyum, enn tað vóru undan kreppuni í 2008. Í apríl 2008 vóru 26.038 løntakarar, og tað er tað mesta síðani 1985, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Síðani 2008 er talið spakuliga lækkað, og tað var lægst í februar 2011. Tá vóru 23.296 løntakarar í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF