Makrelsamráðingar aftur í næstu viku

Makrelsamráðingar aftur í næstu viku
Svartkjafturin og norðhavssildin eru á skránni í desember
Týsdagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um svartkjaftabýtið
 
13.11.2014 - 13:58

Fríggjadagin í næstu viku taka Føroyar, ES og Noreg upp aftur samráðingarnar um makrelin, sum endaðu úrslitaleysar í London 24.oktober.

Ísland er ikki boðið við á fundin, sum verður í Bergen. Ísland var ikki við í fimm ára semjuni, sum hini trý strandarlondini gjørdu á grækarismessu í ár.  

Ætlanin er at gera enn eina roynd at áseta heildarkvotuna fyri 2015 á fundinum í Bergen um eina góða viku. 

ES, Noreg og Føroyar hava longu avgjørt, hvussu stóran part, hvussu nógv prosent av heildarkvotuni, tey eiga.

Svartkjaftur og norðhavssild

15. og 16.desember fara strandarlondini at samráðast um svartkjaft og 17. og 18.desember um norðhavssild. Tær samráðingarnar vera í London.

Týsdagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um svartkjaftabýtið í 2015 og árini eftir tað. 

Átta ára gamla semjan um svartkjaftin er farin fyri skeytið, tí ES vil, sum skilst, ikki vera við longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985