Skulu ikki eggjast at læna til partabrøv

Skulu ikki eggjast at læna til partabrøv
Tjóðveldi skjýtur upp at broyta lógina um kapitalvinningsskatt
 
14.11.2014 - 07:50

Tað almenna eigur ikki at eggja fólki til at taka lán fyri at keypa partabrøv. 

Tí vil Tjóðveldi hava lógina um skatt av kapitalvinningi broytta á nýggjárinum.

Sambært galdandi lóg kunnu fólk mótrokna rentur av lánum, sum tey taka til at keypa partabrøv ella virðisbrøv, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum. Úrslitið er minni skattur av kapitalvinninginum. 

Eggjar fólki at læna

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum legði fram uppskotið í gjár, sigur, at lógin eggjar fólki til at læna pengar at keypa partabrøv fyri. - Men nógv eru komin í fíggjarligt óføri av tí. Virðið á partabrøvum er minkað ella horvið. Og eftir standa fólk við sínum lánum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu fólk 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv ella partabrøv fyri eftir regluni, sum tá var nýggj, um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. 

Tjóðveldi sigur, at verandi skipan elvir eisini til sosialan ójavna. Tí bara er møguligt at mótrokna rentur av lánum, sum eru tikin til at keypa virðisbrøv. 

Stuðul til nýtslu

Tey, sum fáa fyrimun av hesum, fáa eisini óbeinleiðis stuðul til egna nýtslu. Men hesin skattafyrimunur er ikki givin øðrum, sum hava brúk fyri at læna pengar til neyðugt virksemi ella neyðuga nýtslu, sigur Tjóðveldi.

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal lógarbroytingin, sum flokkurin skjýtur upp, tó ikki vera galdandi fyri rentur av lánum, sum eru tikin fyri 1.februar 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386