Meiri peningur at varðveita føroysk húsdýr

Meiri peningur at varðveita føroysk húsdýr
Játtanin er hækkað 100.000 kr., og Búnaðargrunnurin fer at nýta eina millión til til ávísar verkætlanir
 
17.11.2014 - 14:47

Búnaðarstovan hevur gjørt eina ætlan fyri arbeiðið at varðveita føroysk húsdýrasløg. Ætlanin krevur 600.000 kr. um árið, og tí verður øll ætlanin ikki sett í verk, sigur Fiskimálaráðið í svari til fíggjarnevndina.

Men fíggjarnevndin hevur hækkað játtanina til húsdýr við 100.000 kr. upp í 150.000 kr. Ætlanin at lata 100.000 kr. í virðisløn til aliross, 20.000 kr. til alineyt og 30.000 kr. til verkætlanir.

Harafturat er ætlanin at brúka eina millión krónur úr Búnaðargrunninum til húsdýr frá 2015 til 2017. Hesin peningur skal brúkast til ávísar verkætlanir, eitt nú aliskipan og skrásetingarskipan og skannara, sum skal kanna, um ryssa er kviðin.

Eisini skal peningur nýtast til DNA-kanningar fyri at staðfesta, hvussu føroysk neytini eru. 

Vinnan veit best

Landbúnaðarvinnan, t.e. Mjólkavirki Búnaðarmanna og mjólkabøndur, vita best, hvat krevst fyri at gera dygdarvørur úr mjólkaúrdráttum.

Fiskimálaráðið sigur í svarinum til fíggjarnevndina, at nýbrot í vinnuni krevja stórar íløgur, og tí hevur Fiskimálaráðið sett fleiri skipanir í verk. Millum annað verður studningurin til hoyggj tilsamans 24 milliónir kr. til 2017.

Eisini er vorðið lættari at fáa pening av festikontu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846