Fekk uttanhýsis ráðgeving fyri 80.000 kr.

Fekk uttanhýsis ráðgeving fyri 80.000 kr.
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, tingmanni, um játtanina hjá Strandferðsluni í fjør
 
19.11.2014 - 08:27

Vinnumálaráðið keypti sær uttanhýsis løgfrøðiliga ráðgeving fyri útvið 80.000 krónur, tá Landsstýrismálanevndin kannaði málið um Strandferðsluna og leiklutin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. 

Tað sæst í einum svari, sum Johan Dahl hevur givið Høgna Hoydal, tingmanni, í sambandi við nógv umrødda málið um játtanina hjá Strandferðsluni í 2013.

Høgni Hoydal vildi hava at vita, um landsstýrismaðurin hevði keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandferðsluni í fjør. 

Høgni Hoydal vildi eisini vita, hvør hevði ráðgivið og hjálpt landsstýrismanninum við tíðindaskrivunum, sum vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. oktober. Hetta vóru tíðindaskriv, har Høgni Hoydal metir, at niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini verða tulkaðar til frama fyri landsstýrismannin.

Slakar 80.000 kr.

Johan Dahl játtar, at Vinnumálaráðið hevur keypt uttanhýsis, løgfrøðiliga ráðgeving, sum hevur kostað 79.800 krónur. Tá er meirvirðisgjald ikki íroknað.

Landsstýrismaðurin vil í svarinum ikki siga, hvør løgfrøðingurin er, sum hevur veitt løgfrøðiligu ráðgevingina. Onki navn verður nevnt í svarinum til Høgna Hoydal.

Í svarinum sæst, at Johan Dahl fekk hjálp ymsastaðni at gera tíðindaskrivini til heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum tann 25. oktober. Umframt at fáa hjálp úr Vinnumálaráðnum, fekk hann eisini hjálp frá uttanhýsis løgfrøðiliga ráðgevanum. Og hann fekk haraftrat hjálp frá einum uttanhýsis fjølmiðlaráðgeva.

Onki verður nevnt í svarinum, hvør uttanhýsis fjølmiðlaráðgevin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864