Skotar: Føroysk skip fiska ikki innanfyri

Skotar: Føroysk skip fiska ikki innanfyri
Eingi prógv eru fyri hesum uppáhaldum, sigur ein talsmaður fyri Marine Scotland
 
19.11.2014 - 08:40

Skotska fiskiveiðieftirlitið, Marine Scotland, avsannaði í gjár, at føroysk og norsk uppsjóvarskip hava fiskað innan fyri 12 fjórðinga markið við Hetland.

Í heyst hava søgur gingið í Hetlandi um, at føroysk og norsk uppsjóvarskip hava fiskað innan fyri 12 fjórðinga markið við Hetland. Tað er ikki partur av avtaluni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu, verður sagt.

Men í gjár segði ein talsmaður hjá Marine Scotland, at eingi prógv eru fyri hesum uppáhaldum um ólógligan fiskiskap.

Talsmaðurin legði afturat, at sjálvandi eiga útlendsk skip at sleppa inn um 12 fjórðingar at kroka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV