Ferðavinnan skal bjarga grønlendska búskapinum

Ferðavinnan skal bjarga grønlendska búskapinum
60.000 ferðafólk koma til Grønlands um árið. Tveir triðingar eru danir
 
20.11.2014 - 07:57

Ferðavinnan skal vera við til at bjarga grønlendska búskapinum. Tað tykjast fleiri politikarar at verða samdir um upp undir landstingsvalið, sum verður í næstu viku.

Ein uppgerð vísir, at árliga vitja 60.000 ferðafólk í Grønlandi, og tveir triðingar av teimum eru danir. Ætlanin er at fáa talið tvífaldað, so meira fæst burturúr.

Uppgerðin vísir eisini, at tey vitjandi leggja 334 milliónir kr. eftir seg í Grønlandi um árið, og tað ætla politikararnir at tvífalda.

Inntøkurnar svíkja

Grønland hevur stóran tørv á fleiri inntøkum, tí búskapurin er á skeivari leið, tí inntøkurnar svíkja. Danmarks Radio skrivar, at hallið á grønlendsku fíggjarlógini er umleið eina milliard kr.

Tá val var seinast í Grønlandi, var námsídnaðurin frammarlaga í valstríðnum, og stórar ætlanir vóru fyri framman.

Tær ætlaninar hava víst seg at taka nógv longri tíð enn mett, og tí er tað serliga ferðavinnan, sum setur dám á grønlendska landstingsvalið hesaferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423