Grundøki til vinnuna fara til tvíhús

Grundøki til vinnuna fara til tvíhús
Grundstykkini við Karlamagnusarbreyt verða boðin hvørt sær fólki á bíðilistanum
 
21.11.2014 - 10:40

Ovastu stykkini við Karlamagnusarbreyt, sum vóru ætlað vinnuni, verða brúkt til tvíhús í staðin.

Tórshavnar býráð samtykti 22.mai at broyta byggisamtyktina fyri Karlamagnusarbreyt, so ovasti parturin, millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu, verður brúktur til bústaðir. Og í gjárkvøldið samtykti býráðið so at lata stykkini til átta tvíhús.  

Grundstykkini verða boðin hvørt sær fólki á bíðilistanum. Síðani noyðast tey, sum eiga tvíhús, at semjast um byggingina. Men treytir um vegg millum húsini, hæddir og annað verða tinglisnar í skeytinum. 

Kommunan skal gera eina útstykkingarætlan, og tá stykkini eru lutað út, verður eigarafelag gjørt, sum skal standa fyri at gera verkætlanina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206005
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979

Annað frá KVF