Óbroytt fiskiveiðiavtala við íslendingar

Óbroytt fiskiveiðiavtala við íslendingar
Botnfiskakvotan verður 5.600 tons, av hesum eru 1375 tons toskur og 750 tons brosma
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, skrivaðu í gjár undir sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár
 
21.11.2014 - 07:58

Føroysk skip sleppa at fiska somu nøgdir í íslendskum sjógvi næsta ár sum í ár.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, skrivaðu í gjár undir sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár.

Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans, harav toskakvotan verður 1.375 tons og brosmukvotan 750 tons.

Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2014/2015 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni enn 500.000 tons, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar. 

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2015 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt, 2.000 tons. 

Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

Skrivað varð undir fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Ísland  í Reykjavík í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210