Colibakteriur í dadlum

Colibakteriur í dadlum
Fólk, sum hava hesar dadlur, eiga at beina tær burtur, ella lata handlinum tær aftur
 
24.11.2014 - 08:05

Matvørumyndugleikin ávarar móti ávísum slag av dadlum, sum eisini er selt í Føroyum.

Talan er um dadlur av slagnum Fontana í eskjum við 600 grammum í. 

Coop Danmark hevur funnið sjúkuelvandi colibakteriur í einum sýni av dadlunum, og afturkallar tí vøruna.

Slíkar colibakteriur kunnu elva til leyst lív, og í ringasta føri kunnu nýrini ganga fyri.

Fólk, sum hava hesar dadlur, eiga at beina tær burtur, ella lata handlinum tær aftur.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo, eru upplýsingar um matvørur, sum mælt verður frá at eta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129