Ísland, Russland og Grønland býta 164.000 tons

Ísland, Russland og Grønland býta 164.000 tons
Føroyska makrelkvotan næsta ár verður knappliga 133.000 tons, 23.000 tons minni enn í ár.
 
24.11.2014 - 07:53

Ísland, Russland og Grønland fingu góð 164.000 tons at býta, tá Føroyar, ES og Noreg fríggjadagin samdust um heildarkvotuna av makreli í 2015. 

Ísland, Russland og Grønland, sum ikki vóru við í samráðingunum í Bergen, fingu 15,6 prosent av heildarkvotuni.

Tað fingu Ísland og Russland eisini í ár, men í ár var heildarkvotan størri, so Ísland og Russland fingu 193.000 tons í ár.

Føroyska makrelkvotan næsta ár verður knappliga 133.000 tons, 23.000 tons minni enn í ár. 

Sambært semjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu á grækarismessu í ár, eiga Føroyar 12,6 prosent av heildarkvotuni tey fimm árini frá 2014 til 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923