Sálarligt arbeiðsumhvørvi krevur meiri fólk

Sálarligt arbeiðsumhvørvi krevur meiri fólk
Vinnumálaráðið spurdi Arbeiðseftirlitið, hvussu eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum kann mennast
 
25.11.2014 - 14:30

Arbeiðseftirlitið má hava tvey starvsfólk afturat, skal tað eisini hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á arbeiðsplássunum í Føroyum.

Brúk verður fyri einum sálarfrøðingi og einum eftirlitsfólki, sigur Arbeiðseftirlitið í svari til Vinnumálaráðið.

Vinnumálaráðið bað Arbeiðseftirlitið gera eitt fullfíggjað upprit um, hvørja uppgávur Arbeiðseftirlitið eigur at røkja, hvussu Arbeiðseftirlitið eigur at mennast, hvørjum kørmum tørvur er á, hvussu arbeiðsumhvørvisøkið eigur at raðfestast, og hvørji yvirskipað mál eiga at setast fyri økið. 

Uppritið skal vera liðugt nú í november. Millum annað varð Arbeiðseftirlitið spurt, hvussu eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum kann mennast. 

Ein millión afturat

Meira krevst enn tvey starvsfólk afturat fyri at hava munagott eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Arbeiðseftirlitið skal góðkenna privatar arbeiðsumhvørvisráðgevar, sum myndugleikin kann áleggja arbeiðsgevarum at brúka.

Eftirlitsfólkini hjá Arbeiðseftirlitinum mugu førleikamennast til endamálið, og vegleiðingar og leiðbeiningar mugu gerast. 

Men hetta krevur, at Arbeiðseftirlitið fær eina millión krónur afturat teimum 410.000 krónunum, sum játtanin er hækkað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970