Vánalig útlit fyri námsvinnu í Grønlandi

Vánalig útlit fyri námsvinnu í Grønlandi
Tað loysir seg ikki at fara undir námsvinnu sum er, tí hon er nógv bíligari aðrastaðni, sigur fyrrverandi rakstrarstjórin í Angel Mining
 
25.11.2014 - 15:55

Útlitini fyri, at farið verður undir ætlaða jarnmálmnámið við Isukasia norðan fyri Nuuk í Grønlandi, eru vánalig, skrivar Politiken.

Blaðið byggir metingina á, at bretska felagið, London Mining, sum hevur loyvið til virksemið, er um at fara á húsagang, og útlitini fyri at fáa íleggjarar eru vánalig

Bretska felagið fór í gjaldsteðg í heyst, og hevur síðani leitað eftir øðrum feløgum, sum vildu yvirtaka virksemið í Grønlandi, men tað hevur higartil ikki borið til.

Bretska íleggjarafelagið, Anglo Pacific Group, sum var við í ætlanini hjá London Mining, hevur niðurskrivað virksemið í Grønlandi, úr 140 milliónum niður á null. Virksemið er so óvist, at annað er ikki at gera, sigur íleggjarafelagið í roknskapinum.

Loysir seg ikki

Fyrrverandi rakstrarstjórin í Angel Mining, Tim Daffern, sigur við blaðið, og tað snøgt sagt ikki loysir seg at fara undir námsvinnu í Grønlandi.

Tað kostar millum 360 og 390 kr. at fáa eitt tons av jarnmálmi úr grønlendska náminum. Námsfeløg í Brasil og Avstralia hava longu sent málm til Kina, sum er helvtina bíligari, og tí er ringt at kappast, sigur stjórin.

Tí má prísurin á janrmálmi hækka munandi, áðrenn tað loysir seg at fara undir námsvinnuna í Grønlandi, sigur Tim Daffern.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179