Grønland, Ísland og Russland ikki nøgd við býtið

Grønland, Ísland og Russland ikki nøgd við býtið
Tey 164.000 tonsini av makreli, sum ES, norra og Føroyar ætla Íslandi, Grønlandi og Russlandi eru ikki nøktandi
300.000 tons, og ikki 164.000 tons, eiga at verða sett av til Grønlands, Íslands og Russlands, halda tey trý londini
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2014 - 10:37

Grønland ætlar sær okkurt um 100.000 tons aftur næsta ár, sigur Jørgen Isak Olsen, aðalstjóri í grønlendska fiskimálaráðnum, við KNR, grønlendska kringvarpið. Knappliga 80.000 tons av makreli vórðu fiskað í grønlendskum sjógvi í ár.

Men landstingsval er í Grønlandi í dag, so eitt nýtt landsstýri fer endaliga at avgera, hvussu stór makrelkvotan verður næsta ár.   

Íslendska kvotan í ár var 154.000 tons, og hon varð fiskað. Einki bendir á, at Ísland ætlar sær minni næsta ár. 

Og Russland eigur sambært galdandi býti 45.000 tons. 

Sambært hesum áttu 300.000 tons, og ikki 164.000 tons, at verið sett av til Grønlands, Íslands og Russlands. 

Men ES, norra og Føroyar góðtaka ikki kvoturnar, sum Ísland og Grønland áseta sær. 

  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098