11 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum

11 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum
Setanartilgongdin er byrjað, og ætlanin er at seta stjóran fyri jól
Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum seinastu tíggju árini
 
01.12.2014 - 15:33

Tá freistin var úti at søkja starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya klokkan 12 í dag, vóru 11 umsóknir komnar inn.

Og setanarbólkurin er longu farin í holt við setanartilgongdina, sigur Elsa Johanna Høgenni, forkvinna fyri Leiklistaráðið. 

Ætlanin er at fara undir setnarsamrøður sum skjótast, og miðað verður ímóti at seta stjóra fyri jól. 

Tekur við 1. februar

Nýggi stjórin skal byrja í starvinum 1. februar næsta ár. 

Elsa Johanna Høgenni kann ikki siga nakað um, hvør hevur søkt starvið, men í setanarskrivinum stóð at væntað verður at umsøkjararnir hava leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella drúgvar royndir innan leiklistaliga økið, umframt útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring. 

Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin og evnini og viljan at samstarva breitt við allar týðandi tættir í føroyska leiklista- og mentanarumhvørvinum.

Seinastu tíggju árini hevur Jenny Petersen verið stjóri á Tjóðpallinum. 

Fíggjarætlanin 5 mió. kr.

Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5,1 mió. kr. við 4,3 .mió.kr. í almennari rakstrarjáttan og umleið 800.000 kr. í eginfígging. 

Á stovninum starvast, umframt stjóran, 1 skrivstovufólk og í ársmiðal 8-10 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. 

Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um árið. Karmarnir fyri Tjóðpallin eru at finna í Lóg um Tjóðpall Føroya frá 2003.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424