Hjallgrím P. Hentze tøknileiðari í KvF

Hjallgrím P. Hentze tøknileiðari í KvF
Nýggi leiðarin tekur við starvinum 5. januar
 
01.12.2014 - 14:09

Kringvarp Føroya hevur sett Hjallgrím P. Hentze í starv sum leiðara á Tøknideildini.

Hjallgrím er útbúgvin veikstreymsverkfrøðingur, og hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir frá Føroya Tele, m.a. sum verkætlanarleiðari, deildarleiðari og fimm ár sum tekniskur stjóri.

Eftir at Føroya Tele varð býtt sundur, hevur Hjallgrím røkt leiðsluuppgávur í FT Fjarskifti. Seinastu tíðina hevur hann samskipað hýsingarpartin, har Føroya Tele hevur rikið og hýst teldukervið hjá fyritøkum.

Hjallgrím P. Hentze byrjar í starvinum sum leiðari á Tøknideildini í Kringvarpinum 5. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608