Vilja hava Siumut og IA at skipa landsstýri

Vilja hava Siumut og IA at skipa landsstýri
Teir báðir størstu flokkarnir hava 11 tingsessir hvør í nývalda grønlendska landstinginum
 
01.12.2014 - 09:56

Kim Kielsen, formaður í Siumut, og Sara Olsvig, forkvinna í IA, eru undir stórum trýsti at skipa eina breiða samgongustjórn eftir landstingsvalið í Grønlandi fríggjadagin.

Siumut fekk flestar atkvøður á valinum, men Siumut og IA hava 11 sessir hvør í nývalda tinginum.

Grønlendska vinnulívið vónar, at Siumut og IA skipa landsstýri, til tess at fáa álit aftur á búskapin. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar, sum ætla at gera íløgur í Grønlandi, sigur grønlendska arbeiðsgevarafelagið við Børsen. 

Dagin eftir valið ynskti Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, grønlendingum til lukku við valúrslitinum. Hann vísti eisini á, at tað er best at skipa eina breiða samgongu. Framsøgufólk í grønlendskum málum í fólkatinginum - frá Eindarlistanum til Vinstraflokkin - halda somuleiðis, at Kim Kielsen eigur at bjóða IA upp í landsstýrið. 

Sambært donsku politikarunum er hetta neyðugt, skal tað bera til at fremja neyðugar nýskipanir og at fáa búskapin á føtur afttur.

Blaðstjórin á grønlendska blaðnum Sermitsiaq, Poul Krarup, hevur eisini lagt seg út í orðaskiftið um landsstýrissamráðingarnar. Hann sigur, at tað tænir samfelagnum best, at Siumut og IA skipa landsstýri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947