Spyr løgmann um avgerðir hjá Umboðsmanninum

bannari
Spyr løgmann um avgerðir hjá Umboðsmanninum
Kristina Háfoss, tingkvinna, heldur, at málið um vantandi innlit í CIP-sáttmálan undirgrevur álitið á landsins leiðslu og fyrisiting
 
02.12.2014 - 10:33

Kristina Háfoss, tingkvinna í Tjóðveldi, vil nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, um landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, sum Løgtingsins Umboðsmaður tekur. Hon spyr, um løgmaður heldur tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Umboðsmanninum til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgeving uttan fyri egnu fyristing.

Kristina Háfoss spyr eisini, um Løgmansskrivstovan - nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar - fer at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP. 

Meiri enn óvanligt

Kristina Háfoss sigur, at hóast niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er greið, hevur Fíggjarmálaráðið sent niðurstøðuna til hoyringar hjá fleiri pørtum - hjá Løgmansskrivstovuni, CIP og danska professaranum, Karsten revsbech. Hetta má sigast at vera meira enn óvanligt, sigur Kristina Háfoss. 

Síðani er danski professarin komin við ráðum til landsstýrið um, hvussu sleppast kann undan at fylgja niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum.

Eftir standa tingfólk og Føroya fólk við fleiri spurningum enn svarum, og samstundis undirgrevur hetta í stóran mun álitið á landsins leiðslu og fyrisiting, sigur Kristina Háfoss í viðmerkingunum til grein 52 fyrispurningin, sum løgmaður skal svara skrivliga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890