Lata loyvi aftur - landskassin missir 30. mió. kr.

Lata loyvi aftur - landskassin missir 30. mió. kr.
Fíggjarnevndin hevur gingið nýggjar inntøkumetingar frá Fíggjarmálaráðnum
 
08.12.2014 - 07:56

Landskassin missir tíggjutals milliónir krónur, nú oljufeløg hava latið trý leitingarloyvi innaftur.

Oljufeløgini rinda landskassanum víddargjald fyri síni loyvi. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 væntaði landsstýrið 32 mió. kr. í víddargjaldi frá oljufeløgum.  Men nú Jarðfeingi hevur fingið trý loyvi aftur, minkar víddargjaldð 30 milliónir næsta ár, so bara tvær milliónir eru eftir á teirri kontuni.

Tað fekk Fíggjarnevndin at vita frá Fíggjarmálaráðnum hósdagin, tá nevndin fekk nýggjastu inntøkumetingina.  

Samanumtikið væntar Fíggjarmálaráðið tvær milliónir krónur afturat í inntøkum enn mett varð í september, tá løgtingið fekk fíggjarlógaruppskotið.

Tilfeingisgjøld minka eisini

Tilfeingisgjøldini fyri makrel og sild eru minkað 11 milliónir krónur síðani september, tí makrelkvotan næsta ár er minni enn kvotan í ár. Norðhavssildakvotan er tó ikki ásett enn. Í fíggjarlógini er fyribils roknað við sama veiðigjaldi og sama avreiðingargjaldi sum í ár.

Men annars verður nú mett, at landsskatturin gevur sjey milliónir meira enn mett í september, partafelagsskatturin níggju milliónir meira, kapitalvinningsskatturin 19 milliónir meira, og landskassin fær átta milliónir krónur meira í meirviðisgjaldi enn Fíggjarmálaráðið metti í september.

Hetta er, tá meirvirðisgjaldið er undantakið, tað, sum hesar inntøkurnar higartil í ár hava givið meira enn fíggjarlógin fyri 2014 sigur, og tølini eru tí eisini flutt yvir í fíggjarlógina fyri 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957