SAS keypir Cimber

SAS keypir Cimber
Cimber hevur seinastu 10 árini flogið fyri SAS, og nú hevur SAS gjørt av at keypa flogfelagið fyri 20 milliónir kr.
 
08.12.2014 - 09:01

Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur keypt flogfelagið Cimber fyri 20 milliónir kr. 

Tað var Cimber Air, sum hjálpti Atlantsflogi í gongd í 1988.

Cimber fór av knóranum, og ætlanin hevur verið, at flogfelagið skuldi steðgað sínum virksemi í apríl næsta ár. Felagið hevur sagt øll 130 starvsfólkunum úr starvi.

Cimber hevur seinastu 10 árini flogið fyri SAS, og nú hevur SAS gjørt av at keypa Cimber fyri 20 milliónir kr.

Drúgvar royndir í innanríkisflúgving

Við at keypa Cimber, fær SAS atgond til eitt lítið felag, sum hevur drúgvar royndir í innanríkisflúgving í Danmark, sigur stjórin í SAS, Rickard Gustafson, í boðum til keypsskálan.

SAS fer framvegis at flúgva tær longu ferðirnar við sínum egnu stóru flogførum, meðan Cimber fer at flúgva ímillum norðurlond.

SAS hevur boðað frá, at felagið skal spara 800 milliónir kr., og tann ætlanin verður almannakunngjørd seinni í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210