Dómur fellur í næstu viku

Dómur fellur í næstu viku
Talan er um seks ákærur móti skiparanum og fýra móti reiðaranum á Anitu
 
09.12.2014 - 09:48

Tað verður ein løta at bíða eftir dóminum í revsimálinum móti skiparanum og reiðaranum á garnaskipinum Anitu og partafelagnum Seta, sum eigur skipið.

Dómurin verður sagdur á middegi mikudagin í næstu viku.

Ákæruvaldið krevur 750.000 kr. í bót. Harafturat eru partarnir samdir um, at reiðaríið skal gjalda góðar 1,6 milliónir krónur fyri at fáa reiðskapin aftur og slakar 280.000 kr. fyri 11,5 tons av havtasku, sum blivu blakað fyri borð. Reiðaríið hevur sett bankatrygd fyri øllum pengunum.

Tilsamans 10 ákærur

Talan er um seks ákærur móti skiparanum og fýra móti reiðaranum.

Ákærurnar eru um skeivt førda dagbók, um nógv fleiri gørn enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu alt ov leingi í sjónum, um fisk, sum var blakaður út, og um ov smáar meskar í garni, sum fiskaði havtasku.  

Ákæruvaldið krevur eina millión og 640.000 kr. fyri reiðskapin og knappliga 280.000 kr. fyri havtaskuna, sum varð blakað fyri borð. Hesar upphæddir góðtekur reiðaríið og bankatrygd er fyri pengunum. 

Ákæruvaldið fer at krevja 750.000 kr. í bót. 

Játta seg sekar

Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í Føroya rætti í gjár, men halda tó, at í onkrum føri eru linnandi umstøður.

Ákæruvaldið fór í rættin við hesum málinum, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum er hetta málið eindømi og kann tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti.

Tí vil ákæruvaldið hava ein dóm at hava at miða seg eftir, um okkurt mál, sum líkist tí hjá Anitu, kemur seinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595