Makrelur og sild rinda 137 mió. kr. í avgjaldi

Makrelur og sild rinda 137 mió. kr. í avgjaldi
Veiði- og avreiðingargjaldið í 2015 verður tað sama sum í ár. Samgongan vil hava uppskot um endalig gjøld í seinasta lagi 1. februar
 
09.12.2014 - 15:10

Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um avgjald á makrel og norðhavssild næsta ár.

17 atkvøður vóru fyri og 12 ímóti.

Veiðigjaldið og avreiðingargjaldið er tað sama sum í ár, og Fíggjarmálaráðið hevur mett, at inntøkan frá avgjøldunum verður 137 milliónir kr., men tað veldst um, hvussu stórar kvoturnar verða. 

Bara fyribils

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini søgdu í álitinum til málið, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at koma í tingið við uppskoti um endaligu gjøldini í seinasta lagi 1. februar, tí tað er óheppið at leggja fram uppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils. 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið, tí talan er um tilvildarlig politiskt ásett gjøld á partar av vinnuni. Eitt nú segði minnilutin seg hava sæð dømi um, at skip hava goldið 1 kr. í avreiðingargjaldi á sild, meðan avreiðingarprísurin einans hevur verið 97 oyru. Tá liggur einki eftir til hvørki skip ella manning.

Uppskotið um avgjald á makrel og norðhavssild skal hava eina viðgerð afturat í tinginum. 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961