Bót fyri at blaka fisk út

Bót fyri at blaka fisk út
Sambært Fiskaren góðtók reiðaríið hjá Akrabergi konfiskasjón fyri slakar 380.000 kr. og skiparin fekk 25.000 kr. í bót
Bankatrygd er veitt fyri pengunum, og Akraberg sleppur at halda fram við fiskiskapinum í norskum sjógvi
 
11.12.2014 - 08:06

Týsdagin meldaði norska fiskiveiðieftirlitið Akraberg til politiið fyri at blaka fisk fyri borð, skrivar Fiskaren.

Tá eftirlitsfólk av vaktarskipinum Nordkapp fóru umborð á Akraberg, varnaðust teir, at fiskur fór út í øðrum borðinum, og útblakingin helt fram, eftir at teir vóru komnir niður í verksmiðjuna.

Akraberg royndi á Thor Iversen bankanum, okkurt um 160 fjórðingar norðan fyri Vardø, upplýsir Håkon Engevik, skipari á Nordkapp, fyri Fiskaren.

Sambært Fiskaren góðtók reiðaríið hjá Akrabergi konfiskasjón fyri 450.000 norskar krónur, slakar 380.000 danskar, og skiparin fekk 30.000 kr. í bót, 25.000 danskar. 

Bankatrygd er veitt fyri pengunum, og Akraberg sleppur at halda fram við fiskiskapinum í norskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328