Dettifoss misti 20 bingjur

Dettifoss misti 20 bingjur
Tað er sjáldsamt, at so nógvar bingjur fara fyri borð, sigur vakthavandi á MRCC
 
23.12.2014 - 09:48

Íslendska farmaskipið Dettifoss misti 20 bingjur í havið norðan fyri Føroyar seinnapartin í gjár.

Sjóbjargingarstøðin, MRCC, ávarar skip og bátar á leiðini um mistu bingjurnar. 

Bingjurnar fóru í havið, tá Dettifoss var á veg úr Føroyum til Íslands. Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at veðrið var ringt á leiðini.

Onkuntíð missa farmaskip bingjur í havið í illveðri, men tað er sjáldsamt at so nógvar bingjur fara fyri borð, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Bingjurnar vóru fult lastaðar. Tað er ikki greitt, um bingjurnar eru farnar til botns. Tað veldst um, hvussu tær eru lastaðar, sigur vakthavandi á MRCC.

Dettifoss misti bingjurnar á knattstøðuni 63.01.4 norður og 009.52,5 vestur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210