Hava gjørt fráfaringaravtalu við prest

Hava gjørt fráfaringaravtalu við prest
Fráfaringaravtalan ber í sær, at Magnus Brahé Jørgensen fær løn í eitt ár og tíggju mánaðir. Haraftrat stendur honum í boði at fáa ymisk skeið 2015
 
23.12.2014 - 09:39

Starvið sum prestur í Klaksvík verður lýst leyst í næstum, nú ein fráfaringaravtala er gjørd við Magnus Brahé Jørgensen. 

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Kirkjan søkti annars eftir einum vikari fyri Magnus Brahé Jørgensen, sum skuldi røkja starvið frá januar til august næsta ár.

Men nú tað hevur eydnast at fáa semju um eina fráfaringaravtalu, verður starvið helst lýst leyst, sigur Jógvan Fríðriksson, sum tó ikki fer at taka endaliga støðu til málið fyrr enn eftir jól.

Magnus Brahé Jørgensen hevur ikki arbeitt síðani í juni, eftir at ósemja tók seg upp um viðurskiftini hjá honum í mai.

Rúsdrekka og bústaðarviðurskifti

Tá boðsendi biskupur Magnus Brahé Jørgensen á fund um ymisk viðurskifti, m.a. rúsdrekka, bústaðaðarviðurskifti og tænastubýti.

Magnus Brahé Jørgensen vísti tá øllum aftur í samrøðu við tíðindaportalin in.fo.

Fráfaringaravtalan ber í sær, at Magnus Brahé Jørgensen fær løn í eitt ár og tíggju mánaðir. Haraftrat stendur honum í boði at fáa ymisk skeið 2015 og 2016. 

Verður starvið lýst leyst, verður nýggjur prestur helst settur um  hálvan februar í 2015, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Magnus Brahé Jørgensen hevur onga viðmerking til málið í dag, men vísir til biskup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098