Einki nýval í Svøríki

Einki nýval í Svøríki
Sosialdemokratiska minnilutastjórnin hevur gjørt semju við borgarligu flokkarnar
 
27.12.2014 - 10:29

Nývalið í Svøríki, sum skuldi vera í mars, verður av ongum.

Í staðin eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin, sum hava verið í minnilutastjórn síðani ríkisdagsvalið í heyst, vorðnir samdir við borgarligu flokkarnar - Konservativa flokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Kristnu demokratarnar - um samstarv, m.a. um fíggjarlógina.

Tað kunngjørdi Stefan Løfven, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Stokkhólmi fyrrapartin. 

Hóast seks flokkar hava gjørt semjuna, heldur minnilutastjórnin hjá Stefan Løfven fram. Men broytist parlamentariska støðan, hevur Stefan Løfven bundið seg til at lata eina borgarliga stjórn sleppa framat valdinum.

Fyri valið skipaðu borgarligu flokkarnir meirilutastjórn í tilsamans átta ár, men frammanundan var vanligt við minnilutastjórnum í Svøríki. 

Tá fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini fall, boðaði Stefan Løfven, forsætisráðharri, frá, at hann fór at skriva út nýval í mars. 

Men seinastu tíðina hava stjórnarflokkarnir havt samráðingar við borgarligu flokkarnar, og Desember-semjan, sum samráðingarúrslitið verður nevnt, ber í sær, at einki nýval verður á hesum sinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Annað frá KVF