Nýggjársbál og brennandi blikk fram við landsvegi

Nýggjársbál og brennandi blikk fram við landsvegi
Tey, sum ætla sær at brenna bál ella seta brennandi blikk upp framvið landsvegi nýggjársaftan, skulu fráboðað lokala sløkkiliðnum, skrivar Landsverk
Fylgið reglunum um bál og brennandi blikk á nýggjárinum
Mynd: Savnsmynd  
 
30.12.2014 - 10:05
 
NÝGGJÁRSAFTAN: 
 
Treytirnar í samband við bál og brennandi blikk fram við landsvegi eru annars hesar, skrivar Landsverk á heimasíðu síni:
 
- Fyrst og fremst má veðrið verða til vildar, og bálbrenningin gjørd við skynsemi. Til dømis má ættin ikki hava við sær, at neistar og annað koma inn á vegin
 
- Bál skulu vera í minsta lagi 25 metrar frá landsvegnum
 
- Blikk skulu vera so langt vekk frá koyribreytini sum til ber og í minsta lagi 1 metur frá kantinum á koyribreytini og ikki ov nær bilverjuni heldur
 
- Blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa. Harafturat má tryggjast, at brennievni ikki rennur úr blikkunum
 
- Vegøkið skal verða ruddað skjótast gjørligt dagin eftir
 
- Ábyrgdarpersónur við navni og telefonnummari skal verða uppskrivaður hjá lokala sløkkiliðnum
   
- Umframt hetta skulu øll onnur loyvi vera í lagi. Til dømis fráboðanir til myndugleikar og onnur viðkomandi
    
- Virksemi í samband við bálið má ikki tarna ferðsluni á landsvegnum ella vera til ampa fyri parkeraði akfør
 
Hesar treytir eru settar fyri at ferðslan og ferðslutrygdin á landsvegunum ikki hevur ampa av nýggjárshaldinum.
 
Tað eru lokalu sløkkiliðini, ið geva loyvi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595