450 flóttar útfyri italsku strondini

450 flóttar útfyri italsku strondini
Sambært sjóverjuni var skipið einar 35 fjórðingar úr Italsku strondini. Veðrið er ringt á leiðini, og tí er ætlanin at seta fólk umborð úr tyrlu
Flóttar umborð á Ezedeen
Mynd: Reuters  
 
02.01.2015 - 09:50

Italski herflotin royndi í nátt at koma umborð á eitt farmaskip við 450 flóttafólkum umborð, sum rekur ímóti italsku strindini. Manningin er rýmd av skipinum og motorurin er slóknaður.

73 metrar langa skipið, Ezadeen, er skrásett í Sierra Leone, tað er næstan 50 ára gamalt og varð á veg av Kypros til franska havnabýin, Sete.
Eitt av flóttafólkunum umborð fekk samband við italsku sjóverjuna, og greiddi frá, at manningin var farin av skipinum.
Italska verjan hevur biðið íslendska sjóverjuskipið, Týr, um hjálp. Týr er í økinum, tí skipið er partur av Frontex-ætlanini hjá ES, sum er um at verja ytstu markini í samveldinum.
Tríggir læknar eru umborð á Tyr, og ætlanin er, at teir við tyrlu skulu flytast umborð á farmaskipið.
Mánadagin fór italska sjóverjan umborð á eitt annað farmaskip, har 700 flóttafólk úr Sýria vóru umborð.
Manningin var eisini farin av tí skipinum, sum sigldi við sjálvstýrara. Tað skipið er skrásett í Moldova.
Skipið var bara fýra fjórðingar úr landi, tá tað eydnaðist italsku sjóverjuni at steðga tí.
Yvir 170.000 fólk royndu í fjør at koma úr Miðeystri og Norðurafrika til Italia. Helvtin er úr Sýria og Eritrea.
Fólk í túsundatali eru eisini sjólátin í royndi at sleppa til Europa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713