Nógv flóttafólk til Svøríkis

Nógv flóttafólk til Svøríkis
Svøríki er tað landið í Europa sum tekur ímóti flest flóttafólkum eftir fólkatalinum. Bert Týskland tekur ímóti fleiri flóttafólkum
Serliga nógvir sýrar koma til Svøríkis
Mynd: savnsmynd  
 
02.01.2015 - 09:23

81.300 fólk søktu í fjør um uppihaldsloyvi í Svøríki, og 77 prosent av teimum fingu loyvi at verða verandi í landinum, upplýsa svensku myndugleikarnir. Helvtin av fólkunum vóru úr Sýria.

Ikki síðani kríggj herjaði á Balkan í 90unum, hevur Svøríki tikið ímóti so nógvum flóttafólkum sum í fjør. Í 1992  søktu 84.000 fólk um uppihaldsloyvi í Svøríki.

47 prosent av fólkunum sum søktu um uppihaldsloyvi í fjør, vóru fólk úr Sýria, har borgarakríggj er.

11.500 fólk vóru úr Eritrea, 4.800 úr Somalia og 3.100 fólk vóru úr Afghanistan.
Svøríki hevur gjørt av, at øll úr Sýria og Eritrea skulu fáa uppihaldsloyvi, meðan ikki øll úr øðrum londum fáa loyvi at verða verandi í landinum. Tey sum oftast verða send heim aftur, eru fólk úr Kosovo, Bosnia, Serbia, Makedonia og Albania.
Svøríki er tað landið í Europa sum tekur ímóti flest flóttafólkum eftir fólkatalinum. Bert Týskland tekur ímóti fleiri flóttafólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558