Eingin ætlan um góðkendan tyrlupall í Sandoynni

Eingin ætlan um góðkendan tyrlupall í Sandoynni
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, ið spurdi um tyrlupall í Sandoynni
Eingin ætlan er í løtuni um góðkendan tyrlupall í Sandoynni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til sandoyartingmannin, Páll á Reynatúgvu
 
07.01.2015 - 08:55

Loftferðslumyndugleikarnir góðkenna ikki tyrlupallin í Skopun. Hann verður tí ikki brúktur til ferðafólkaflutning, men til sjúkraflutning til dømis. Tíggju tyrlupallar í Føroyum verða brúktir til ferðafólkaflutning. Átta teirra eru góðkendir.

Arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rætt lag fyri hinar báðar pallarnar, sigur Jørgen Niclasen. Tyrlupallurin í Skopun og hansara líkar verða ikki riknir sum tyrlupallar og eru tí ikki fráboðaðir donsku loftferðslumyndugleikunum sum tyrlupallar í rakstri.

Kunnu brúka onnur støð til lending

Jørgen Niclasen sigur í svari sínum, at tá flogið verður til støð, har sum eingin almennur tyrlupallur er og talan er um aðra flúgving enn regluliga almenna loftferðslu, hevur tyrluskiparin loyvi til at brúka annað stað til lending.

Tað er á hesum loyvisgrundarlagnum, at til dømis sjúkraflutningur við tyrlu verður røktur. Um Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið ella annar myndugleiki mælir til at raðfesta tyrlupall í Sandoynni, kann slíkt tilmæli takast við, tá fíggjarlóg verður gjørd, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur eisini, at Landsverki kunnugt hava ongar hættisligar støður verið í sambandi við tyrluflúgving til Sandoynna. Landsverk veit heldur einki um, at serlig frágreiðing er gjørd um lendingarviðurskiftini hjá tyrlum í Sandoynni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098