Kæra um prestainnstilling avgreidd í næstu viku

Kæra um prestainnstilling avgreidd í næstu viku
Kæran um innstillingin av sóknarpresti í Nes Sóknar prestagjaldi er ikki avgreidd enn. Kærarin vil, at innstillingin verður gjørd umaftur
Í næstu viku verður helst greitt, hvør niðurstøðan verður, eftir at setanin av sóknarpresti í Nesi varð kærd
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd/KvF

07.01.2015 - 12:50

Bergur Berg, fulltrúi í mentamálaráðnum sigur, at tey hava fingið fleiri upplýsingar í málinum, og tær eru sendar advokatinum hjá prestinum, sum hevur kært avgerðina um innstillingina. Advokaturin hevur freist til fríggjadagin at koma við viðmerkingum.

Bergur Berg sigur, at hevur advokaturin og sostatt kærarin einki at viðmerkja, verður málið helst avgreitt fyrst í næstu viku. Einum av umsøkjarum hevur kært innstillingina av Ova Brim sum prest, til Mentamálaráðið.

Advokaturin hjá kæraranum segði við Kringvarpið 3. desember, at innstillingin til prestastarvið eigur at ganga umaftur, tí fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig, og tað er í stríð við fyrisitingarlógina.

Kærarin vísir á ivasom viðurskifti

Í kæruni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísir kærarin á fleiri ivasom viðurskifti. Eitt nú er deknurin í kirkjuni pápi Ova Brim. Formaðurin í Kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin.

Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í Kirkjuráðnum. Kærarin vísir eisini á, at tættar relatiónir eru millum foreldrini at Ova Brim og kirkjuráðsformannin, sum eisini var orðførandi til setanarsamrøðurnar.

Kærarin heitir tí á Mentamálaráðið um at ógilda innstillingina av Ova Brim og ístaðin vísa hana aftur til nýggja viðgerð. Tað lá annars í kortinum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur.

Eftir ætlan skuldi prestvígsla og innsetan vera í desember. Tað varð kortini av ongum eftir at setanin varð kærd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107

Meira um sama evni