Kjak um mark fyri talu- og skrivifrælsi

Kjak um mark fyri talu- og skrivifrælsi
Í kjakpartinum í Degi & viku í kvøld verður orðaskifti um talu- og skrivifrælsið eftir yvirgangsatsóknina ímóti franska blaðnum, Charlie Hebdo
Hvørjar avleiðingar hevur atsóknin á frælsið hjá fjølmiðlunum, eftir atsóknirnar í Fraklandi í seinastu viku? Tað er evnið við kjakborðið í sjónvarpskjakinum í kvøld
 
13.01.2015 - 11:46

Hvørjar avleiðingar hevur atsóknin á frælsið hjá fjølmiðlunum? Tað er evnið í kjakinum eftir Dag & viku í kvøld, í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Fraklandi í seinastu viku.

Í sjónvarpsstovuni vera Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Ingolf S. Olsen, limur í Fjølmiðlakærunevndini, og Liljan Weihe, leiðari á Aktueltdeildini í Kringvarpinum.

Vertur í kjakinum er Beinta Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221