Kanna møguleika fyri góðshavn á Sundi

Kanna møguleika fyri góðshavn á Sundi
Tjóðveldisfólkini í Tórshavnar býráði eru komin við uppskoti um, hvussu sleppast kann undan at byggja góðshavn uttan fyri Skansan í Havn
Soleiðis sær uppskotið hjá Tjóðveldisfólkunum í Tórshavnar býráði um nýggja góðshavn á Sundi út
Mynd: Tekning: Fríður Dalsgarð

28.01.2015 - 08:45

Til ber at fáa meira fyri minni á Sundi, halda tjóðveldisfólkini í Tórshavnar býráði, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam. Tey skjóta upp at kanna um nýggja góðshavnin kann byggjast á Sundi, áðrenn hildið verður fram at fyrireika byggingina í Havn.

Tey vísa eisini á, at ikki er kannað yvirhøvur, um til ber at byggja góðshavn aðra staðni í Tórshavnar kommunu enn uttan fyri Skansan í Havn. Tjóðveldi hevur fingið gjørt eitt leysligt uppskot um góðshavn á Sundi.

Málið verður viðgjørt hóskvøldið

Sambært uppskotinum skal byggjast frá bryggjuni á Sundi eystur móti Kallanesi, tað er út eftir Kaldbaksfirði. Flokkurin sigur, at fyri 300-400 mió. kr. ber til at fáa úr 900 upp í 1400 metrar atløgubryggju í staðin fyri 700 metrar fyri 450 milliónir, sum eru tølini í ætlanini at útbyggja Skansabryggjuna.

Havnarbyggingarmálið verður viðgjørt í býráðnum í Havn í annaðkvøld. Meirilutin í býráðnum skjýtur upp, at býráðið alt fyri eitt samtykkir at taka undir við byggiskránni fyri at útbyggja Eystara havnarøki og Skansabryggjuna.

Samstundis mælir meirilutin til at játta seks millónir krónur til at projektera hesa ætlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572